Eik-liga menn Fleyr-SÍ

8. jan. 2012: Fleyr-SÍ 2-3 (16-25, 14-25, 25-23, 25-21, 10-15)

Hetta var fyrsti dysturin í nýggja árinum, og okkara menn skuldu helst hava eina góða byrjan uppá árið, og samstundis koma yvir stóra tapið í finaluni í Mjølnir-kappingini. Hinumegin netið stóð SÍ, sum er oddalið í Eik-liguni og er við í steypafinaluni. Ein sigur hevði verið góður, men hetta var ikki tann avgerandi dysturin í stríðnum um gylta finaluplássið í Eik-liguni.

Sørvingarnir byrjaðu best, og eftir fyrsta og næsta sett líktist tað mestum eini endurtøku av finaluni í Klaksvík. SÍ var nógv betur og vann heili 25-16 og 25-14. Serstakliga var tað blokkurin hjá teimum, ið riggaði væl. Teir bóltarnar, sum so komu yvirum, vunnu Jón Nielsen og serbin Nikola yvirvísandi. Triðja settið byrjaði eins og tey bæði undanfarnu. SÍ kom beinanvegin framum, og vóru einaferð á odda 17-10. Men so fór Hjalmar Joensen aftur at serva, og við eini 4 servessum og eini 4 blokkum frá einum vælleikandi Suna Juul, vóru okkara menn brádliga við aftur í settinum. Liðini fylgdust líka til endans, men tað vóru okkara menn, sum lógu omaná og vunnu 25-23. Eftir hetta riggaði brádliga alt! Við góðum verju- og álopsspæli komu Fleyr framum 6-0 og 10-2 í fjórða settinum. Tað tóktist eins og SÍ hevði mist mótið, tí hjá teimum riggaði einki. Okkara menn vístu gott spæl og koyrdu settið heim, sum endaði 25-21. Nú skuldi alt avgerast við einum javnbrótara. Tað leikti javnt á í byrjanini av fimta setti, og tá liðini skiftu síðu, var støðan 8-7 til SÍ. Men so vunnu SÍ nakrar bóltar á rað, tí at okkara menn ikki megnaðu at avgera bóltarnar. Fimta settið endaði 15-10 til SÍ, sum harvið vann dystin.

Eitt sindur keðiligt, men tó. Okkara menn vístu óført spæl frá seinnu helvt av triðja setti til dystarenda og vístu harvið, at teir saktans kunnu vera við í dystinum um at koma í FM-finaluna!

 





«2022»Í dag«Mai»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.