Firmakappingin hjá Fleyr verður leygardagin 11. mai 2019 í Stórhøllini á Hálsi.

 

Byrjað verður kl. 10.00

 

Kostnaður 1.500 kr. pr. lið,
Luttøkugjaldið skal flytast a konto 6460-179.646.3  - viðmerkið lið

 

Tilmelding á fleyr@fleyr.fo

 

Tilmeldingarfreist 8. mai 2019.

 

Møguleiki verður at venja áðrenn kappingina.

 

 

Kappingar reglur:  

 

Kappingin verður skipað í tveimum bólkum:

 

"Royndir amatørar" og "Glaðir amatørar".

 

"Royndir amatørar" eru lið, sum hava nakrar leikarar, sum hava spælt ella spæla flogbólt. Hvørt lið kann tó í mesta lagi hava ein leikara, sum hevur spælt flogbólt í bestu deildunum hjá kvinnum ella monnum kappingarárið 2018-2019.


"Glaðir amatørar" eru lið við spælarum við ongum ella avmarkaðum flogbóltsroyndum/evnum:) og lið, ið meta, at støðið ikki er til bólkin "Royndir amatørar". Lið, sum hava ein leikara, sum hevur spælt flogbólt í bestu deildunum hjá kvinnum ella monnum kappingarárið 2018-2019, kunnu ikki luttaka í bólkinum "Glaðir amatørar"

  • Tvær kvinnur skulu vera á bananum
  • Einans undirhondsserv
  • Nethædd uml. 2.33 cm (millum kvinnu- og manshædd)
  • Flúgvandi útskifting er loyvd (útskiftari kann koma inn hvørja ferð roterað verður)

Annars eru vanligar flogbóltsreglur galdandi. 


Møguleiki er at venja týskvøldið 7.mai í Stórhøllini og hóskvøldið 9.mai í Gundalshøllini. Kostnaður 250 kr. pr. lið





«2019»Í dag«Aug»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30 31  
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.