Bert lov at hava 1 spælara úr bestu deilduni, ið hevur leikt hettar kappingarári. Tá er liðið eisini automatiskt í betra/vanliga bólkinum
Glaðir amatørar er fyri lið, ið ikki hava spælt fyrr, nýbyrjarar og lið, ið meta at støðið ikki er til betra/vanliga bólkin. . Um liðið stendur av nøkrum/fleiri gomlum flogbóltsspælarum er, er viðmælt at melda til í betra/vanliga bólkinum
2 kvinnur skulu vera á bananum allatíð, bert lov at gera undirhondsserv, hæddin á netinum er millum kvinnuhædd og manshædd umleið 2.33cm hædd
Byrja verður kl 10, leygardag 28 apríl. Kappingin er umleið 4 tímar (um nógvir dystir vera ordiliga javnir og spennandi so sindur longri)
Melda til á fleyr@fleyr.fo, viðmerk hvørja kapping tit luttaka í
Freistin at melda til er 25.apríl kl 22