
Fleyr við í Nordic Masters
Fyri aðru ferð hevur Fleyr lið við í árligu ungdómskappingini Scadinavian Masters, sum Fortuna Odense skipar fyri. Kappingin er ætlað sum venjing hjá liðunum, sum eru við, men er eisini partur í tilgongdini hjá danska flogbóltssambandinum at velja og venja bestu ungu leikararnar. Hesaferð eru fleiri týsk lið við umframt sjálvandi donsku liðini. Fyri Fleyr er hetta góð venjing, og ein roynd at síggja, hvussu liðini eru fyri borin saman við donsk og týsk lið.
Fleyr hevur tvey gentur 16 lið við í kappingini og eitt dreingir 16. Bæði gentuliðini leiktu 4 dystir leygardagin, og tað hevur gingið sera væl. Fleyr 2 hevur vunnið tveir og tapt tveir. Fleyr 1 hevur gjørt bart í dag, og vunnið allar sínar dystir. Liðið hevur einki sett tapt.
Hjá dreingjunum byrjaði dagurin trilvandi, og liðið tapti fyrsta dystin, men so tók liðið sær um reiggj og vann hinar báðar dystirnar leygardagin. So statt hava øll trý liðini hjá Fleyr staðið seg væl í kappingini higartil.
Kappingin heldur fram allan sunnudagin. Um morgunin eru fleiri innleiðandi dystir, og síðan koma dystir um plássini í kappingini. Ferðalagið kemur heim aftur sunnukvøldið.
Fortuna, Gentofte, Ahrensburger TSV og Lyngby-Gladsaxe