________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Nær byrjaði tú við flogbólti? 
Eg byrjaði uml. fyri 14 árum síðani, Í 1999, tá ið eg gekk í 1. flokki. Brynhild Dam og eg vóru góðar vinkonur frá barnagarðinum, og tá ið vit komu í skúla gingu vit í paralell. Hon spurdi meg tá, um eg ikki hevði hug at royna at spæla flogbólt. Og um eg minnist rætt, so var eg seld frá fyrstu venjing.  

Hví valdi tú flogbóltin? 
Eg royndi eisini fleiri aðrar ítróttargreinar so sum: Fimleik, fótbólt og hondbólt, men tað hevur altíð veri flogbólturin sum hevur fangað meg. Flogbólturin er bara ein fantastiskur ítróttur uppá allar mátar. 

Hvørjum liðum hevur tú spælt við? 
Fleyr og Holte IF. 

Hvat fyri positión dámar tær best at spæla á vøllinum? 
Kantur. 

Hvør er títt flogbólts idol? 
Ígjøgnum øll míni flogbólts ár hevur tað altíð veri Karin Mikkelsen, og nú eisini Mia Kloth (fyrrverandi libero hjá Holte). Eg elski teirra tilgongd til flogbóltin og báðar eru fantastiskir flogbólts leikarir. 

Hvat er títt besta flogóltsminni? 
Eg kann ikki bara velja eitt, men at sleppa at spæla í danmark við Holte 2012-2013, er eitt sera gott flogbóltsminni eg havi. Eisini at vinna gull bæði í Álandi 2009 og Bermuda 2013 eru heilt serligar løtur. Og so eisini at vinna silvur í NEVZA kappingini, við U19 í 2011, tá ið hon var hildin í Føroyum. 

Hvat er títt ringasta flogbóltminni? 
Tey eru ikki nógv tí tali ☺, men tey mugu vera: at tapa steypafinaluna í 2009 og at tapa finaluna á oyggjaleikunum í 2011 Í Isle Of Wight. 

Hvat eru/vóru tínir bestu eginleikar á vøllinum? 
Móttøkan og smash, haldi eg. 

Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum vilja spæla flogbólt? 
Elska flogbóltin, møti upp til venjingarnar og altíð stremba eftir at blíva betur. Royni eisini altíð at hava eina positiva tilgongd til alt, og læri at brúka høvdi ☺. 

Álopspæl ella verjuspæl? 
Heilt sikkurt álopspæl ☺. 

Hvar sært tú teg um 10 ár? 
Eg spæli enn flogbólt ella havi okkurt við flogbóltin at gera, men eg dugi ikki at siga hvar. 

Hvør skal svara næstuferð? 
 Birita Joensen.






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.