________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Nær byrjaði tú við flogbólti? 
Eg byrjaði at spæla flogbólt á fyrsta sinni tá eg var 5 ára gomul. Tá búði eg í Norðskála, so mamma ella babba koyrdu meg og mítt systkinabarn til Tórshavn 1 ferð um vikuna. Men havi tó havt eini 2 ár í millum har eg ikki havi spælt flogbólt. 

Hví valdi tú flogbóltin? 
Frá eg var 5 ár til uml. 11 ár royndi eg ymiskar ítróttargreinar, hondbólt, fótbólt, fimleik og svimjing. Men eftir eg var við familju míni á Rhodes til oyggjaleikir í 2007 gjørdist eg heilt bitin av flogbóltinum, og eftir tað valdi eg flogbóltin fram um. 

Hvørjum liðum hevur tú spælt við? 
Eg havi spælt við Fleyr og 1 ár við Ikast KFUM. 

Hvat fyri positión dámar tær best at spæla á vøllinum? 
Tey seinastu 2 árini havi eg spælt so at siga allar positiónir. Í ár havi eg fingið ábyrgdina at verða hevarið og eg vil siga at tí positiónina dámar mær sera væl. So dámar mær best at verða hevarið. :)

Hvør er títt flogbólts idol? 
Mítt flogbólts idol er mammubeiggi mín Hjalmar Joensen. 

Hvat er títt besta flogóltsminni? 
Eg havi havt fleiri góð flogbóltsminni. M.a tá eg var í Fraklandi við eftirskúlanum og spældi VM fyri skúlar. Vit gjørdust nr. 16 út av 32 liðum, og tað var tað besta úrslitið Danmark nakrantíð hevði fingið, og tað eri eg sera stolt at verða ein partur av. Eisini høvdu vit ein sera góðan túr til Onglands herfyri við U17 landsliðnum, har vit vunnu á Onglandi. 

Hvat er títt ringasta flogbóltminni? 
Mítt ringasta flogbóltsminni var tá vit í G16 taptu steypafinaluna í móti Ternuni fyrr í ár, tað var ein sera keðiligur dagur. 

Hvat eru tínir bestu eginleikar á vøllinum? 
Eg haldi míni bestu eginleikar eru at eg tími sera væl at venja og at blíva betur. Eg eri heldur ikki bangin fyri at taka nýggjar avbjóðingar og eg geri alt fyri mítt lið :)

Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum vilja spæla flogbólt? 
Tað er bara at loypa út í tað og “Hard work beats talent”. 

Álopspæl ella verjuspæl? 
Heilt sikkurt álopspæl! 

Hvar sært tú teg um 10 ár? 
Um 10 ár spæli eg 100% enn flogbólt. 

Hvør skal svara næstuferð? 
Eg velja at koyra tað víðari til venjarin/hevarin hjá monnunum Romica Øster.






«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.