
Eg byrjaði tá eg var 11 ára gomul. Tað var flokslærarin hjá mær í Kollafjarðar skúla, sum spurdi okkum genturnar í klassanum, um vit høvdu hug at venja flogbólt.
Hví valdi tú flogbóltin?
Eitt skifti frá 12 – 15,16 ára aldur, spældi eg, hondbólt, flogbólt og fótbólt. Tað bleiv ov nógv, og eg mátti tí velja. Valið stóð ímillum hondbólt og flogbólt (eitt sera torført val fyri meg tá) – Av tí at ongin kvinnuhondbóltur var í Kollafirði og vinkonurnar vóru í Kolla, valdi eg flogbóltin
Hvørjum liðum hevur tú spælt við?
KÍF og Fleyr
Hvat fyri positión dámar tær best at spæla á vøllinum?
Miðja, men tað er stuttligt at prøva okkurt annað viðhvørt
Hvør er títt flogbólts idol?
Rúni Weihe – ein fantastiskur spælari, bæði í álopi og verjuspæli. Hann var venjari hjá okkum í KÍF, tá vit vóru 15-16 ára gamlar. Vit lærdu sera nógv!
Hvat er títt besta flogóltsminni?
At vinna gull á Oyggjaleikum í Hetlandi 2005, Álandi 2009 og Bermuda 2013
Hvat er títt ringasta flogbóltminni?
FM finalalurnar á Eiði 2011 ímóti Mjølnir, tá vit spældu sum eitt hol í jørðini
Hvat eru/vóru tínir bestu eginleikar á vøllinum?
Frammi við netið, yvirblikk
Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum vilja spæla flogbólt?
Vilji og ágrýtni drívur verkið. Vilji, ágrýtni OG Talent ger tað bara nemmari... Men talent nyttar onki einsamalt!
Álopspæl ella verjuspæl?
Álopspæl Men uttan gott veljuspæl er ringt at fáa gott álopspæl
Hvar sært tú teg um 10 ár?
Tá verðið eg nokso gomul men kanska mann spælir hyggeflogbólt
Hvør skal svara næstuferð?
Teresa Fjallsbak