________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Nær byrjaði tú við flogbólti? 
Byrjaði í Mjølnir tá felagið bleiv stovna í 1978. 

Hví valdi tú flogbóltin? 
Flogbóltur er heilt einfalt ein fantastisk ítróttargrein. Tað er ikki av ongum at flogbóltur er heimsins mest íðkaða ítróttargrein. Spældi sum smádrongur nógv fótbólt og byrjaði so eisini uppá flogbólt. Ì unglingaaldri føldi eg at eg mátti velja flogbólt burturav fyri at kunna íðka 100%. 

Hvørjum liðum hevur tú spælt við? 
Mjølnir, Sundby KFUM, Skt. Jørgens VK (núverandi Frederiksberg Volley) , Fleyr. 

Hvat fyri positión dámar tær best at spæla á vøllinum? 
Hevari og kantsmashari. 

Hvør er títt flogbólts idol? 
Tað eru fleiri. Skal eg velja ein so verður tað Lorenzo Bernardi frá Italia. Annars nøvn sum Karch Kiraly USA, Vyachesliav Zaytsev hevari Sovjet /Russia (pápi núverandi Italienska stjørnuspælaran Ivan Zaytsev). Eg fylgdi rættuliga væl við í 80’unum og 90’unum so har eru nógv stórnøvn eg minnist aftur á, bæði hjá kvinnum og monnum. 

Hvat er títt besta flogóltsminni? 
Tey nógvu fyrstu árini í Mjølnir, tíðin í Skt. Jørgens VK í 90’unum, m.a. finalan um DM-heitið í 1992 í fullari KB-høll við gott 3000 áskoðarum. Eisini gullið á Oyggjaleikunum í Føroyum í 1989 er eitt gott minni. 

Hvat er títt ringasta flogbóltminni? 
Tá vit í Fleyr taptu steypafinaluna móti Mjølnir í 2000. Vit vunnu allar hinar dystirnar tað ári, so tað var súrt. 

Hvat eru/vóru tínir bestu eginleikar á vøllinum? 
Heilin, teknikkurin, seriøsur. 

Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum vilja spæla flogbólt? 
Hav tað stuttligt og verð samstundis rættuliga seriøs/ur, teknikk-teknikk-teknikk, síðan nógv fysikk. Verð cool. 

Álopspæl ella verjuspæl? 
Flogbóltur er álopsspæl. Men annars má eg siga verjuspæli internationalt er blivið heilt ótrúligt, síðan libero-skipanin kom í brúk og tað ger flogbóltin enn meir síggjarvinaligt og stuttligari at spæla. 

Hvar sært tú teg um 10 ár? 
Í Danmark ella Suður-europa ella Gundadali ? Allarhelst onkurvegna aktivur í flogbóltinum. 

Hvør skal svara næstuferð? 
Anja Danielsen MK.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Vqk4jAupyTE]
Eitt sindur um Lorenzo Bernardi her





«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.