________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Nær byrjaði tú við flogbólti? 
Eg byrjaði at spæla flogbólt, tá eg var 9 ára gamalur. 

Hví valdi tú flogbóltin? 
Tí at mær dámdi tað sera væl. Eg royndi aðrar ítróttagreinir eisini, men vendi aftur til flogbóltin. Ein onnur orsøk var eisini, at beiggi mín eisini spældi flogbólt. 

Hvørjum liðum hevur tú spælt við? 
Eg byrjaði við High School Titulescu Craiova, til eg var 18 ára gamalur. Síðani havi eg spælt við: Universitatea Craiova, Steua Bucharest, CSU Oradea, Hidro Constanta, Calculatorul Bucharest, Universitatea Bacau, Fleyr og Fram. 

Hvat fyri positión dámar tær best at spæla á vøllinum? 
Hevari ella miðja 

Hvør er títt flogbólts idol? 
Gardini (Andrea Gardini er fyrrverandi italienskur miðblokkur, video er niðanfyri)

Hvat er títt besta flogóltsminni? 
Tá eg spældi við Universitatae Craiova í National League, og vit gjørdust nummar 3 

Hvat er títt ringasta flogbóltminni? 
Tá Fleyr tapti steypafinaluna ímóti Mjølni í 2000. Tann einasti dysturin, sum vit taptu tað árið. 

Hvat eru/vóru tínir bestu eginleikar á vøllinum? 
At blokka 

Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum vilja spæla flogbólt? 
At venja seriøst og brúka høvdið – ikki bara vøddarnar J 

Álopspæl ella verjuspæl? 
Álopsspæl 

Hvar sært tú teg um 10 ár? 
Pensioneraður flogbóltsspælari :-p 

Hvør skal svara næstuferð? 
Tað skal Klæmint Isaksen.


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=hZFiRjrKA6Y]
Videoklip frá einum dysti millum Italia(bláir) og Holland(hvítir). Gardini er nr 1 hjá Italia.





«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.