________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Nær byrjaði tú við flogbólti? 
Haldi so bestemt, at eg var 9 ár tá eg byrjaði at venja við Falki. 

Hví valdi tú flogbóltin? 
Sum 9 ára gamal skal man royna alt, og soleiðis var tað eisini hjá mær. So fann eg útav, at Flogbóltur var eitt sindur stuttligari enn hinar ítróttargreinarnar. Gjørdi tað bara betur at fleiri av vinmonnunum spældu flogbólt eisini. 

Hvørjum liðum hevur tú spælt við? 
Eg havi spælt við Falki, Fleyr, Fram, PVC Lyngby og DHG Odense 

Hvat fyri positión dámar tær best at spæla á vøllinum? 
Tað má nokk verða miðblokkur. Tann týdningarmiklasti leikarin á vøllinum ;) 

Hvør er títt flogbólts idol? 
Rúni Weihe og Klæmint Isaksen hava nokk verið idol hjá teimum allarflestu føroysku leikarunum, og teir hava so avgjørt eisini verið míni Idol. Tveir fantastiskir leikarar. Dmitriy Muserskiy, russiskur landsliðsleikari, má ikki gloymast. Sjálvt um hann er nøkur ár yngri enn eg, so síggi eg upp til hann bæði so og so.

Hvat er títt besta flogóltsminni? 
FM í 2002 við Fram fari eg ongantíð at gloyma. Eitt heilt fantastiskt kappingarár, har vit vunnu gullið á síðsta leikdegi. Stjólu tað frá Fleyr. Oyggjaleikafinalan í 2003 móti Saaremaa var eisini nakað serligt, taptu desverri 15-13 í síðsta setti. Og árið eftir til Small Nations Tournament tá vit fyri fyrstu fer spældu okkum víðari til finalu bólkin. 

Hvat eru/vóru tínir bestu eginleikar á vøllinum? 
Ja teir eru nokk nógvir, men lat meg bara siga at blokkurin er nr 1 hjá mær. 

Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum vilja spæla flogbólt? 
At koncentrera seg um flogbólt tá man er til venjing, so gongur tað eitt sindur skjótari við at blíva betur. 

Álopspæl ella verjuspæl? 
Tann partur av verjuspælinum sum er blokkur, hann dámar mær væl. Móttøkur og at liggja flatur á gólvinum dámar mær betur at hinir taka sær av. At vinna eitt smash er altíð deiligt.

Hvar sært tú teg um 10 ár? 
Eri nokk ikki leikari í bestu flogbóltsdeildina tá, men kanska venjari.

Hvør skal svara næstuferð? 
Haldi eg sendi víðari til Janus Úr Dímun






«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.