________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Nær byrjaði tú við flogbólti? 
Eg byrjaði at venja flogbólt tá eg gekk í 2.flokki. 

Hví valdi tú flogbóltin? 
Fyrst mest av tilvild,Guðrun Magnussen, mostir eina í flokkinum bað okkum allar í flokkinum koma at venja við Fleyr. Vit vóru fleiri sum spældu saman í fleiri ár. Tað var ikki ringt at blíva bitin av. Mær dámar eisini væl tað sosiala við flogbóltinum. 

Hvørjum liðum hevur tú spælt við? 
Fleyr, Aabyhøj, AVK og ÍF Føroyum 

Hvat fyri positión dámar tær best at spæla á vøllinum? 
Kant ella diagonal. 

Hvør er títt flogbólts idol? 
Gudrid Nolsøe, hana sá man altíð upp til . Ein góður stabilur leikari í dugir sera væl at lesa spælið og plasera bóltarnar rætt. Annars dámar mær sera væl Guðrið Syderbø sum flogbóltsleikara. Eg var venjari hjá henni, tá hon byrjaði at spæla flogbólt. Man sá tað frá fyrstu venjing, at hon hevði bara tjekk á tí. Vónandi kemur hon aftur í Fleyrbúna skjótt ;) 

Hvat er títt besta flogóltsminni? 
Haldi tað man verða tá vit vunnu flogbóltmiðnámskappinga, har vit vunnu finanula ímóti millum annað Rúna Weihe. Eisini havi eg sera nógv minnir frá ítróttarskúlanum. Vit vunnu kappingina millum ítóttarskúlarnar tá. Eisini vóru vit til eina stevnu í Skovbakken, sum vit eisini vunnu  

Hvat er títt ringasta flogbóltminni? 
Minnist ein dyst tá vit/MK Fleyr spældu ímóti ÍF, vit vóru frammanfyri 14-9 í 5. setti og vit taptu kortini. Eisini sera sera keðiligt at tapa FM finalurnar ímóti Mjølnir í 2011 og steypafinaluna í móti SÍ í 2009. 

Hvat eru/vóru tínir bestu eginleikar á vøllinum? 
Serv kanska? Í hvussu so er í 1.deild hendir tað seg at liðini viðhvørt hava torført at taka ímóti teimum.

Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum vilja spæla flogbólt? 
Verð positiv/ur og seriøs/ur til venjing. 

Álopspæl ella verjuspæl? 
Álopspæl. 

Hvar sært tú teg um 10 ár? 
Vónandi still going strong í 1.deild. 

Hvør skal svara næstuferð? 
Rói Hentze.






«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.