________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Nær byrjaði tú við flogbólti?
Eg byrjaði sum 10 ára gamal. Og tað angri eg tann dag í dag. Eg skuldi verið byrjaður sum 6 ára gamal í staðin fyri. Men eg haldi tó, at eg havi klára meg heilt OK.

Hví valdi tú flogbóltin?

Eg havi altíð verið við har flogbóltur er. Bæði mamma og babba, hava sjálvi spælt flogbólt alt, sum eg minnist. So sum smádrongur bleiv eg altíð hálaður við oman í høllina. Men tað var eg sera glaður fyri, tí eg helt at flogbóltur var ein ógvuliga áhugverd ítróttargrein.

Hvørjum liðum hevur tú spælt við?
Flogbóltsfelagið Fleyr for ever!

Hvat fyri positión dámar tær best at spæla á vøllinum?

Eg dámi nokk best at spæla kantur. Men eg haldi eisini at libero er ein sera góð positión.

Hvør er títt flogbólts idol?
Tað er og hevur altíð verið Babba (Jan Hentze).

Hvat er títt besta flogóltsminni?
Tá vit vunnu, FM fyri unglingar í 2009 í móti TB á Tvøroyri. Tað var ein øgiligur gysari, og 5. setti endaði 22-20. Og prikkurin yvir i’ið var, at smyril bíðaði eftir okkum í eini 25 minuttir, so allir sloppu til Havnar.

Hvat er títt ringasta flogbóltminni?
Tá vit (Fleyr) spældu sum eitt hol í jørðini móti SÍ, í Mjølnirkappingini, seinasta kappingarár. Vit blivu gott nokk moraðir.

Hvat eru/vóru tínir bestu eginleikar á vøllinum?
Eg haldi sjálvur at eg eri sera góður í verjuspæli og álopspæli. “Heva bara til mín.”

Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum vilja spæla flogbólt?
Møti upp til venjing hvørja fer. Og gloymi ikki, at tit eru allar best. So skal tað heila nokk ganga.

Álopspæl ella verjuspæl?
Uha, hetta er ein torførur spurningur. Men eg haldi at um eg skal velja, so er tað nokk verjuspæl.

Hvar sært tú teg um 10 ár?
Enn í bestu deildini hjá Fleyr. Bara við 10 FM-gullheiðursmerkum.

Hvør skal svara næstuferð?
Eg sendi tað víðari til Babba (Jan Hentze).




«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.