Aftur toppdystur hjá kvinnunum millum Fleyr og SÍ

Í morgin sunnudagin hittast nummar 2 og 3 í Eik-liga hjá kvinnum. Fleyr skal leika ímóti SÍ í Sørvági kl. 14:00. Hesin dysturin er sera týdningarmikil fyri okkum. Í løtuni eru vit 2 stig frammanfyri SÍ. Eftir dystin í morgin verða stigini halveraði. So um vit vitta í morgin verða vit 2 stig frammanfyri SÍ til seinasta triðingin av kappingini. Tey kunnu verða góð at hava í bakhondini.


So vit fara at heita á allar góðar kreftir at møta upp í SÍ høllini kl. 14:00. Síggjast manssterk.


Annars hevur Mjølnir kappingin fyri kids og G/D 16 verið í Klaksvík í dag. Har vunnu Genturnar hjá okkum gull. Hjartaliga tillukku við tí gentur.


Heilsan FLEYR