Tey,
sum hildu, at Dráttur eftir 2. sett fór at missa flogið, fingu annað at síggja,
tí oddaliðið kom út við fullari kraft og eftir lítlari vóru tær frammanfyri 9-3.
Fleyr vann nakað inn aftur, men trupulleikin hjá Fleyr, sum hevur víst seg
nakrar ferðir í ár, vísti so nú aftur, nevniliga móttøkan. Hon riggaði bara als
ikki. Tað skal tó sigast, at Jórun Elisdóttir Vang servaði fantastiskt, men skal
Fleyr enda ovast í ár, so má hesin trupulleikin loysast, tí liðið missir alt ov
nógv stig á gangin, tá ið hetta hendir. Tá ið Jórun fór at serva, var støðan
12-8, og tá ið hon gavst var støðan 23-8, og settið í grundini vunnið. Flott av
Jórun og Drátti, men als ikki nóg gott hjá Fleyr!