Dystarfrásagnir

Eik-ligan kvinnur 1. okt. 2011

TB - Fleyr, 0-3 (4-25, 15-25, 16-25)

Fleyrkvinnurnar í Eik-liguni settu hol á kappingarárið 2011/2012 leygardagin.
Við nýggjum góðum leikarum frá KÍF, fóru Fleyrkvinnurnar væl mannaðar til Tvøroyrar at spæla ímóti TB.
Fyrsta settið vann Fleyr sannførandi 25-4. Tað vóru millum annað góðu servirnar hjá Rakul Dalsgaard-Jakobsen, sum setti dystin og kappingarárið í gongd, við at vinna 16 servir á rað. Hóast annað og triðja sett endaðu 15 og 16, megnaði TB ongantíð veruliga at hótta Fleyr, og vunnu Fleyrkvinnurnar dystin 3-0. Allir leikararnir fingu møguleika at vísa, hvat tær duga.

Ein góð byrjan upp á eitt spennandi kappingarár!