Firmakapping 2019

 

Firmakappingin hjá Fleyr verður leygardagin 11. mai 2019 í Stórhøllini á Hálsi.


 


Byrjað verður kl. 10.00


 


Kostnaður 1.500 kr. pr. lið,
Luttøkugjaldið skal flytast a konto 6460-179.646.3  - viðmerkið lið


 


Tilmelding á fleyr@fleyr.fo


 


Tilmeldingarfreist 8. mai 2019.


 


Møguleiki verður at venja áðrenn kappingina.


 


 


Kappingar reglur:  


 


Kappingin verður skipað í tveimum bólkum:


 


"Royndir amatørar" og "Glaðir amatørar".


 


"Royndir
amatørar" eru lið, sum hava nakrar leikarar, sum hava spælt ella spæla
flogbólt. Hvørt lið kann tó í mesta lagi hava ein leikara, sum hevur
spælt flogbólt í bestu deildunum hjá kvinnum ella monnum kappingarárið
2018-2019.




"Glaðir
amatørar" eru lið við spælarum við ongum ella avmarkaðum
flogbóltsroyndum/evnum:) og lið, ið meta, at støðið ikki er til bólkin
"Royndir amatørar". Lið, sum hava ein leikara, sum hevur spælt flogbólt í
bestu deildunum hjá kvinnum ella monnum kappingarárið 2018-2019, kunnu
ikki luttaka í bólkinum "Glaðir amatørar"





Annars eru vanligar flogbóltsreglur galdandi. 




Møguleiki er at venja týskvøldið 7.mai í Stórhøllini og hóskvøldið 9.mai í Gundalshøllini. Kostnaður 250 kr. pr. lið