Fleyr í aðrari finaluni í FK-kappingini í morgin (sunnudagin) kl. 14:00 og 16:00

So er avgjørt hvørji lið hittast í finaluni í morgin (sunnudagin). Mansfinalan verður leikt klokkan 14:00 og er hon millum SÍ og Mjølnir.


Hjá kvinnunum, sum leika kl. 16:00, hittast okkara FLEYR-kvinnur ímóti SÍ. Okkara kvinnur møttu Mjølnir í semifinaluni leygardagin, og stríddust okkara seg til ein 2-0 sigur. Liðini leiktu sera góðan flogbólt við góðum álopsflogbólti. Liðið leikti sum ein eind og stríðsviljin stóð málaður í andlitunum á øllum leikarunum. Soleiðis skal tað gerast! Í morgin er tað so SÍ, sum stendur hinumegin netið og bíðar....


Komið øll niðan í Gundadalshøllina og síggi góðan flogbólt. Minnist til at klokkan verður flutt aftur í nátt :-)