Fleyr og Kyndil til reiðar til útbygging í Gundadali

 Ætlanin at útbyggja Gundadalshøllina til dupulthøll er nú komin so væl áleiðis,
at Tórshavnar kommuna hevur lagt eitt sáttmálauppskot fyri Fleyr, Kyndil og
Neistan um, hvussu høllin kann verða avhendað kommununi, so hon kann verða
útbygd til dupulthøll.

Sáttmálauppleggið er úrslit av samráðingum millum
tey trý feløgini og kommununa í fleiri umførum. Samráðingarnar byrjaðu fyri
knøppum tveimum árum síðan, tá Tórshavnar kommuna sjálv vendi sær til feløgini
um at fáa eina avtalu í lag.

Í sáttmálaupplegginum verður staðfest, at
høllin skal avhendast kommununi, og afturfyri útbyggir kommunan høllina til
dupulthøll, ger Kyndli, Neistanum og Fleyr nýggj felagshølir á 80 fermetrar hvør
og veitir trygd fyri, at feløgini fáa 9 hallartímar aftrat hvør um
vikuna.

Haraftrat fáa feløgini 250.000 kr. í part í sambandi við
yvirtøkuna. Upprunaliga bóðu feløgini um 600.000 í part, men kommunan kundi
góðtaka 250.000 kr., og hesum eftirlíkaðu feløgini. Staðfest verður eisini, at
tey trý feløgini skulu hava heimarætt í dupulthøllini.

Fleyr og Kyndil
hava boðað frá, at feløgini taka undir við sáttmálanum, men ein eykaaðalfundur
hjá Neistanum tók herfyri ikki undir við øllum upplegginum, og har stendur málið
beint nú. Fleyr og Kyndil bíða tí eftir, at Neistin ger sína støðu greiða í
málinum.

Bíðað hevur verið í spenningi eftir hesi útbyggingini, tí greitt
er, at feløgini í Gundadali hava alt ov fáar hallartímar, og bráðneyðugur tørvur
er á fleiri tímum. Vónandi verður tað so, at glið kemur skjótt á málið aftur, so
avhendingin og útbyggingin kunnu verða framd sum skjótast.



Verður henda grein kunngjørd limunum til kunningar.