Fleyr við í Nordic Masters

 

Fyri aðru  ferð hevur Fleyr lið við í árligu
ungdómskappingini Scadinavian Masters, sum Fortuna Odense skipar fyri.
Kappingin er ætlað sum venjing hjá liðunum, sum eru við, men er eisini partur í
tilgongdini hjá danska flogbóltssambandinum at velja og venja bestu ungu
leikararnar. Hesaferð eru fleiri týsk lið við umframt sjálvandi donsku liðini. Fyri
Fleyr er hetta góð venjing, og ein roynd at síggja, hvussu liðini eru fyri borin
saman við donsk og týsk lið.


Fleyr hevur tvey
gentur 16 lið við í kappingini og eitt dreingir 16. Bæði gentuliðini leiktu 4
dystir leygardagin, og tað hevur gingið sera væl. Fleyr 2 hevur vunnið tveir og
tapt tveir. Fleyr 1 hevur gjørt bart í dag, og vunnið allar sínar dystir. Liðið
hevur einki sett tapt.



Hjá dreingjunum
byrjaði dagurin trilvandi, og liðið tapti fyrsta dystin, men so tók liðið sær
um reiggj og vann hinar báðar dystirnar leygardagin. So statt hava øll trý
liðini hjá Fleyr staðið seg væl í kappingini higartil.



Kappingin heldur
fram allan sunnudagin. Um morgunin eru fleiri innleiðandi dystir, og síðan koma
dystir um plássini í kappingini. Ferðalagið kemur heim aftur sunnukvøldið.



 



  



 



 



Fortuna, Gentofte,
Ahrensburger TSV og Lyngby-Gladsaxe