Flogbóltur, menn: Fleyr vann á Ternuni
Fleyr
- Ternan, menn 3-0, (25-20, 25-19 og 25-18)
Fleyr
møtti í dag Ternuni í Gundadalshøllini - hjá Fleyr er umráðandi at vinna allar
dystir, um teir skulu leika seg í FM-finalurnar.
Fyrsta
settið leikaði javnt á, men móti endanum var tað Fleyr sum vísti, at teir vóru
eina tonn betri enn uppflytararnir av Toftum og vann settið 25-20.
Eisini
hini bæði settini vann Fleyr trygd og harvið dystin 3-0.