Fyrsti dystur hjá G14 við einum sigri

Fleyr hevur melda 2 lið til FM kappingina hjá Gentum 14 ár. Fyrsti dysturin bleiv leiktur í dag kl. 10:00 í Gundadalshøllini. Liðið í bólki 2 tók ímóti ÍF úr Fuglafirði. Dysturin vísti, at vit hava eitt sera sterkt lið í hesum bólkinum. Úrslitið bleiv ein tryggur 3-0 siður (25-17, 25-9 og 25-16). Liðið vísti góðar taktir, sjálvt um kappingin júst er byrja. Góðar móttøkur, tryggar hevingar og avgjørd smash. Ongin ivi um at vit hava góð lið í Gentum 14.


Vit minnast øll spennandi steyåafinaluni í fjør, har Fleyr endaði á 1. plássi eftir eina sera spennandi finalu ímóti Ternuni. Tillukku við sigrinum. Vit gleða okkum at síggja hitt liðið hjá Gentum 14.