HEIM

Nýggjan klædnasáttmála.

Fleyr hevur fyri stuttum gjørt avtalu við donsku fyritøkuna A-sport um nýggjar spælibúnar/ítróttarklæðir og útgerð. A-sport umboðar merkið MIKASA, sum er kendasta altjóða merkið innan flogbólt, og m.a. tað merkið, sum stendur á øllum bóltunum.  Av tí at MIKASA er eitt flogbóltsmerki burturav, er øll útgerð at finna á einm stað, og má hetta tí síggjast sum eitt stórt framstig fyri okkum. Avtalan inniber, at innan 3 ár skulu øll ítróttarklæðir hjá Fleyr vera av merkinum MIKASA, tvs at skiftið frá núverandi spæliklæðum verður glíðandi, og dystarblusurnar skifta ikki allar í senn, men alt nýtt, sum verður keypt, er frá 1. Juli í ár at rokna MIKASA.

Av tí at A-sport ikki hevur goymslu í Føroyum, skulu klæðini framyvir keypast ígjøgnum Fleyr. Meira kunning um tey praktisku viðurskiftini hesum viðvíkjandi kemur seinni. Í summar verður høvið at koma inn og royna støddirnar og bíleggja klæðir. Vit fara at lýsa við nær og hvar, tá tað nærkast.