Innbjóðing til FK kappingarnar 2011

Til flogbóltsfeløgini


INNBJÒÐING TIL FK KAPPINGARNAR 2011


 


FK flogbóltskapping fyri eldri deildir verður leygardagin 29. okt. 2011.
Eik liga finalurnar verða sunnudagin 30. okt. 2011.

FK kapping fyri yngri deildir verður 19. nov. 2011 og 3. dec. 2011.
G/D12 - G/D14 - G/D16 – KVU/MU
KIDS level 0 – 1 – 2 – 3 – 4 – 5
(Her kunnu broytingar koma fyri)


Tilmelding til báðar FK kappingarnar innan 2. okt. 2011.
Tilmelding skal sendast til teldupost: hallavh(KURLA)yahoo.com



Luttøkutreytir:  

Luttøkugjald
EIK liga: kr. 500,00
1. og 2. deild: kr. 350,00
Yngri deildir: kr. 200,00


Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460 430.726.9


Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu freist, kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.


Eldri deildir: Luttakandi lið hava skyldu at hava dómarar til dystirnar í bólkunum. Harafturat verður heitt á leikararnar um at hjálpa til við at døma finalu umfør.
 
Tit frætta nærri, tá kappingin er løgd.
Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti.



Við flogbóltskvøðu
Flogbóltsfelagið Fleyr