Kunning og tilmelding - Flogbóltskúlin 2011

Kunning um Flogbóltsskúlan 2011

Flogbóltsskúlin verður, sum áður fráboðað, hildin leygardagin 17. september.
Flogbóltsskúlin byrjar klokkan 09:00 leygarmorgunin og verður hann hildin í Høllini á Hálsi í Tórshavn. Hildið verður á við skúlanum til kl. 16.00.
Luttakarnir fáa døgurða um middagsleiti og frukt til millummála fyrra- og seinnapart.
Á Flogbóltsskúlanum verður dentur lagdur á tekniska venjing, har áherðsla verður løgd á grundleggjandi teknikk og rørslu á vøllinum. Hetta verður gjørt við nógvum ymiskum venjingum.
Tað verður aftur í ár Thomas Luthi, sum kemur at verða høvuðsvenjari á flogbóltsskúlanum 2011. Umframt hann verða okkara egnu venjarar úti á vallunum og syrgja fyri at “øvilsini” koyra.
Viðmerkjast skal, at Fleyr hølið er opið eftir at flogbolsskúlin er liðugur, um leikarar hava tørv á einum staði at bíða til teir sleppa til hús.
Smyril fer av Havnini kl. 16 ella 21 leygardagin.


Tað er møguligt at melda til á level 2-4 og kostnaðurin fyri flogbóltskúlan er 200 kr fyri dagin.


Um barn títt hevur áhuga at luttaka á Flogbóltskúlanum 2011, skalt tú senda ein teldupost til Hjørdis Højsted á gmg@kallnet.fo har tað stendur navn og føðidato hjá barninum og hvørjum felagi barnið spælir við.


Seinasta freist fyri tilmelding er mikudagin 14. september 2011.


Luttøkugjaldið skal gjaldast á kontu 6460-4307269 í Bank Nordik (vinarliga viðmerk navn og føðiár hjá barninum).


Vónandi fáa vit ein góðan, mennandi og stuttligan dag saman við komandi flogbóltsstjørnum okkara :-):-)

Við flogbóltskvøðu

Flogbóltsfelagið Fleyr

Hjørdis Højsted & Christina Nolsøe