Kvinnurnar gjørdu eitt gott hál í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum leiktu kvinnurnar í Eik-ligini tveir dystir. Leygardagin bleiv leikt ímóti KÍF (heima) og sunnudagin ímóti ÍF á Kambsdali.


Báðir dystirnar endaðu við einum greiðum 3-0 sigri til okkara kvinnur. Tillukku við sigrunum :-)


Næsti dysturin verður í Gundadalshøllini ímóti TB. Tann dysturin verður leiktur klokkan 18:00.