Toppdystur í Gundadalshøllini sunnudagin kl. 14:00

Í morgin (sunnudagin) hittast oddaliðini í Eik-liga hjá kvinnum. Tá hittast Fleyr og Mjølnir í Gundadalshøllini. Dysturin verður leiktur kl. 14:00, og fara vit at heita á øll okkara viðhaldsfólk um at møtast fjølment og stuðla liði okkara.


Liðini liggja stavn um stavn. Vinnarin av dystinum hevur eitt gott útgangsstøði til eitt finalupláss í FM-finaluni í mars.


Í Eik-liga hjá monnum skal Fleyr leika ímóti ÍF. Eftir sera góða og spennandi dystin ímóti SÍ seinasta vikuskifti, kunnu vit seta nøsina upp eftir einum sigri. Dysturin verður leiktur á Kambsdali klokkan 16:00.