Møguleiki at royna nýggja Fleyr búnan

Seinasta kappingarár høvdu limir felagsins møguleika at ogna sær vælumtóktu "hettutroyggjurnar". Í ár verður møguleiki at ogna sær ein nýggjan venjingarbúna (langar buksur og jakka). Møguleiki verður at passa búnarnar til venjingina týsdagin 4. oktober til vanligu venjingarnar (í Gundadalshøllini kl. 16.00-22.00). Kostnaðurin fyri búnarnar verður kr. 450 fyri børn og kr. 500 fyri vaksin. Møguliga verður ein lítil eyka kostnaður, um íðkarin ynskir navn sítt prentað á búnan.


Vónandi verður tikið væl ímóti búnunum, sum fara at gera Fleyr meira eyðsýnd í Havnini. Nakrir sponsorar koma at standa á búnanum eisini.