________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Hesir flottu menn vunnu ein tryggan 3 - 0 sigur á einum vælmannaðum Ternuliðið hjá 1 deild monnum á Toftum í kvøld.

Sjúrður N, Niels N, Uni J, Bjarni P, Jóhan Arni og Dávið H spældu allan dystin frá byrjan til enda. Tó so at Jan H kom inn síðstu hálvu í 3. settinum fyri leikandi liðføraran Sjúrð N, fyri at stabilisera móttøkuna og skapa ró aftur á vøllinum, eftir at vit vóru eitt sindur fjálturstungnir eina løtu.Tað eydnaðist væl. Sjúrður N gjørdi tað annars sum heild gott í dystinum í dag. Tað gjørdi alt liðið eisini og tað var tíðiligt at síggja at ein stórur partur av grundspælinum riggar væl. Tvs servimóttøkurnar hjá Sjúrði N og Dávið H, við stuðli frá Bjarna P og Una J, eins og uppspæla uppá gratisbóltar (lættir bóltar frá mótstøðuliðnum) komu rættuliga væl upp til hevaran Niels N, soleiðis at vit stóran part av dystinum høvdu minimum tríggjar álopsloysnir. Tað útnyttaði Niels til MG+ í dag. Sum sagt, uppspæli var sum heild gott frá øllum spælarum, og serliga Jóhan Arni og og í seinnu helvt av dystinum eisini Bjarni P loystu tað uppgávuna væl á 5'ara positiónuni har rættuliga nógv álop koma. Servurnar, álopi og í ein ávísan mun blokkadurnar var stak gott eisini. Stuttligt at síggja ein ungan leikara sum Dávið H loysti fleiri kroystar støður hegnisliga við skiftandi góðum smashum og genialum lobbum. Somuleiðis var Uni J alla tíðina ein tryggur skansi sum diagonaláleypari í dag. 

Eisini gott við einum rutineraðum bonki har 3, framvegis (nokkso) "spælisvangir", Heini W, Jan H og Klæmint I alla tíðina vóru stuðlandi og stillaðu krøv til liðið, eisini vóru klárir at koma inn um brúk var fyri tí.

Alt í alt var uppgávan loyst til UG og ein sonn frøði at síggja og merkja at eitt gott og ungt ættarlið er við at vera til reiðar at yvirtaka liðið frá teim eldru.

Flott dreingir :)





«2017»Í dag«Mai»
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31        
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.