2 x Fleyr ímóti SÍ í Gundadalshøllini kl. 14 og 16

Í morgin verða tveir týdningarmiklir dystir í Gundadalshøllini. Tá skulu okkara Eik-liga lið (bæði kvinnur og menn) leika ímóti SÍ. Hesir dystir plaga at verða spennandi og javnir. Kvinnur okkara hava vunnið báðar sínar dystir (ímóti TB og Drátti). Menninir hava bert leikt ein dyst, og vunnu teir eisini tann dystin ímóti Mjølnir.

Í morgin hava lið okkara tørv á øllum tí stuðli, vit kunnu savna. Hesir dystir kunnu vísa seg at verða sera týdningarmiklir, tá ið annað finaluplássið til Steypafinaluna verður latið. Tað er tað liðið, sum liggur fremst eftir at 1. triðingurin er leiktur hjá kvinnunum og fyrra hálva av kappingini er leikt hjá monnunum.

Vónandi koma tit fjølment at stuðla okkara leikarum. Kvinnurnar leika kl. 14:00 og menninir kl. 16:00 í Gundadalshøllini.





«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.