________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








 

Fleyr – Dráttur (23-25,25-17,11-25, 22-25 )

 

Toppdystur var í Gundadalshøllini leygardagin, har Fleyr á triðja plássi tók ímóti oddaliðnum Drátti. Serliga fyri Fleyr hevði hesin dysturin ómetaliga nógv at siga, tí kappingin um at koma í FM-finaluna er av álvara tættur.

Dysturin byrjaði ógvuliga tætt, men miðskeiðis í settinum vann Dráttur seg avgerandi framum, tá ið Anna Sunadóttir Hansen legði stórt trýst á móttøkuna hjá Fleyr, og frá at hava verið aftanfyri nkur stig vunnu tær seg framum og hildu hesi støðuni langt út í settið. Fleyr vann seg tó upp á javnt 23-23, men Dráttur hevði dirvi at satsa í álopinum og vunnu tær fyrsta settið uppiborið.
 
Í øðrum setti fekk Fleyr flúgvandi byrjan, tá ið Eva Nagata servaði havnarliðið framum 6-0, áðrenn Dráttur vann síni fyrstu stig. Hesin munurin, sum Fleyr vann beinanveg helt sær stórt sæð ígjøgnum alt settið. Hetta settið er helst eitt tað besta, sum leikt er í bestu kvinnudeildini hetta kappingarárið. Bæði liðini tordu at satsa í servu og álopi, og tað sást, at talan er um toppin í føroyskum flogbólti. Og tað sást eisini hví Dráttur er oddalið, tí hóast ræðuligu byrjanin og at tær vóru aftanfyri 14-6, so fingu tær spenning í aftur, og noyddu Fleyr at taka time-out við støðuna 19-14, og tær vunnu seg heilt upp á 19-16. Aftur hesaferð var tað Anna Sunadóttir Hansen, ið við servum sínum trýsti Fleyr. Nærri kom Dráttur tó ikki, tí Fleyr fann hægsta gearið aftur og vann tá ið samanum kom trygt 25-17.
 
Tey, sum hildu, at Dráttur eftir 2. sett fór at missa flogið, fingu annað at síggja, tí oddaliðið kom út við fullari kraft og eftir lítlari vóru tær frammanfyri 9-3. Fleyr vann nakað inn aftur, men trupulleikin hjá Fleyr, sum hevur víst seg nakrar ferðir í ár, vísti so nú aftur, nevniliga móttøkan. Hon riggaði bara als ikki. Tað skal tó sigast, at Jórun Elisdóttir Vang servaði fantastiskt, men skal Fleyr enda ovast í ár, so má hesin trupulleikin loysast, tí liðið missir alt ov nógv stig á gangin, tá ið hetta hendir. Tá ið Jórun fór at serva, var støðan 12-8, og tá ið hon gavst var støðan 23-8, og settið í grundini vunnið. Flott av Jórun og Drátti, men als ikki nóg gott hjá Fleyr!
 
Fleyr var nú av álvara undir trýsti, tí Dráttur hevði fingið yvirtakið. Ikki bara í settmuni men eisini mentalt. Tað bæði sást og hoyrdist, og settið var ikki meira enn komið ígongd, so var time-out til Fleyr, tí einki skil var á. Fleyr kom tó fyri seg og havnargenturnar vunnu seg inn í dystin og hildu eina 2-3 stiga leiðslu heilt til síðst í settinum, tá ið Dráttur kom framum 21-20. Nú er tað, at munurin ímillum meistarar og hini kemur til sjóndar, og har má bara verða staðfest, at Dráttur hevur tað, sum skal til, tí hóast aftanfyri tað nógva av settinum, gjørdu tær tað, ið skal til, tá ið mest stendur á. Tær vunnu. Einamest við góðum grundspæli, so sum móttøku og verju og við at hava ein ómetaliga sterkan vilja at berjast fyri hvørjum einasta bólti. Anna Sunadóttir Hansen og Ruth Albinsdóttir eru drúgvar í álopinum hjá Drátti, og til samans gevur hetta oddastøðu til Drátt.

Nú skal ganga illa, um ikki Dráttur er annað liðið í FM-finaluni. Og tað er uppiborið, tí Dráttur hevur verið í oddinum alt kappingarárið. Fleyr er als ikki fokið enn, men hesin dysturin gjørdi tað munandi truplari, og ósigurin hevur spælt fyrimunin til SÍ, sum Fleyr møtir í Gundadalshøllini í morgin, sunnudagin 24. september kl. 13.00. Tann dystin skulu bæði liðini vinna, so útgangsstøðið fyri góðum dysti kundi ikki verið betri.




«2017»Í dag«Aug»
  1 2 3 4 5 6
7 8 9 10 11 12 13
14 15 16 17 18 19 20
21 22 23 24 25 26 27
28 29 30 31      
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.