
Dystarfrásøgn Eik-liga menn Fleyr-TB og Mjølnir-Fleyr
Fleyr - TB 3-0 (25-19, 25-22, 25-16)
Hetta vikuskiftið bjóðaði uppá 2 dystir til okkara menn. Fyrri dysturin
var á heimavølli móti TB.
Fyri einari viku síðani var Fleyr liðið í Suðuroy og spældi ein 5-settara móti
TB. So spenningur var smá stórur um, hvussu heimadysturin fór at verða.
Men her vístu okkara menn gott spæl frá byrjan til enda, og gjørdi hetta at
dysturin ongantíð bleiv nakað serliga spennandi.
Í 1. setti gekk skjótt og væl hjá okkara monnum og tað bleiv eisini vunnið greitt
25-19. Í 2. setti kom TB nógv betur við í
dystin og vóru teir eisini frammanfyri allan vegin upp til 22-18, men so bleiv
ein góður endaspurtur settur inn av Fleyr, og settið endaði 25-22. 3. sett bleiv ein avgreiðslu
spurningur. TB sá út til at hava mist móti, og tá Fleyr koyrdi við somu ferð sum
í endanum á 2. setti, ja so var lítið at ivast í at sigurin fór at koma í hús.
25-16 og 3-0 til okkara menn.
Ein góður sigur og menn kundu fara til hús at fyrireika seg til ein
týdningarmiklan dyst á útivølli dagin eftir móti Mjølnir.
Mjølnir - Fleyr 3-2 (22-25. 15-25, 25-15. 25-22, 15-12)
Dystirnir móti Mjølnir hava verið ein sonn plága tey
seinastu 3 árini hjá Fleyr. Fyrsti heimadysturin móti Mjølnir í ár steðgaði
sigursrøðini hjá Mjølnir uppá 12 sigrar á okkara monnum. So vónirnar vóru góðar
til útidystin.
Í tveimum teimu fyrstu settunum gekk sera væl, og næstan uttan at sveitta var støðan 2-0 til Fleyr. Men sum so ofta áður, so vendist í holuni.
Mjølnir fekk betur stýr á sínum spæli, og Fleyr blivu kanska í so sløsutir í
álopspartinum. Mjølnir rann avstað við 3. og 4. setti. So var tað klárt, fyri
triðju fer í ár, at spæla ein 5 settara. Tað sá rættiliga gott út at byrja við.
Okkara høvdu eina góða leiðslu á 9-6, men Mjølnir endaði tó við at vinna 15-12
og 3-2.
Sum altíð, keðiligt at tapa. Men spælið er við at vera har sum tað skal, og
vónirnar eru góðar til Mjølnir kappingina komandi vikuskifti, har steypafinaluplássið
skal tryggjast.