Dystarfrásøgn Eik-liga menn ÍF-Fleyr

Eik-liga menn ÍF-Fleyr 3-0 (28-26, 25-17, 26-24)

 

Eftir ein javnan dyst hósdagin 1. des. 2011, ið endaði 3-2 til ÍF í Gundadalshøllini, fóru Fleyr menninir við góðum treysti til Kambsdalar at spæla dyst týskvøldið 6. des. 2011. Lagt var upp til ein javnan dyst og so var, sjálvt um dysturin tíverri endaði við einum 3-0 tapi.

 

Fleyr skuldi havt avgjørt 1. settið, ið endaði 28-26 til ÍF. Fleyr hevði tveir settbóltar, men tóku ikki av.

Í 2. setti førdi Fleyr 12-8, men endaði við at tapa stórt. ÍF hevði nakrar ótrúliga góðar hoppservur, sum Fleyr menninir ikki fingu tamarhald á, og lógu tær allar á baklinjuni.

 

3. settið var eitt sindur merkt av feilum frá báðum liðum. Tað liðið, sum gjørdi minst feilir, vann dystin, og tað var ÍF. Settið endaði 26-24, so har var ótrúliga javnt enn einaferð, men "nær ved og næsten slår ingen mand af hesten".

 

Sum áður nevnt tapti Fleyrliðið 3-2 móti ÍF hósdagin 1. des. Eisini spældu teir dyst móti TB í Trongisvági 3. des. 2011, har teir komu norður aftur við einum 3-2 sigri. Fyrstu ferð Fleyr hevur tapt eitt sett móti TB, men líka ger so leingi vit vinna!

 





«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.