Dystarfrásøgn Eik-liga menn Sí-Fleyr
Eik liga menn
SÍ – Fleyr 3-0 (25-14, 25-20, 25-20)
Eftir ein heldur longri steðg frá landskappingini, spældi besta manslið felagsins aftur dyst.
Dystirnir millum Fleyr og SÍ hava ofta verið javnir og spennandi, men soleiðis varð ikki hesa ferð. SÍ var greitt omaná í 1.setti og vunnu lættliga 25-14. 2.sett minti um fyrra. Hóast Fleyr liðið byrjaði at spæla betur, vann SÍ 25-20. Í hesum fyrstu settinum vóru tað serliga álopini frá Jón Nielsen og Nikola Kapric, sum gjørdu at munurin bleiv so stórur. Hjá okkara monnum var tað bara móttøkan, sum gekk væl. Í 3.setti kom Fleyr væl frá byrjan, álop og blokkur byrjaðu at rigga, og Fleyr legði seg á odda 18-11. Men so steðgaði fullkomiliga upp, og SÍ vann 25-20, og sostatt eisini dystin 3-0.
Komandi dystur verður móti ÍF á Kambsdali hóskvøldið 24/11