Enn ein sigur til Eik-liga kvinnur okkara

Í dag leiktu okkara kvinnur ímóti ÍF. Um bert bleiv hugt at stigatalvuni átti Fleyr at vunnið, men tað jú ikki altíð tað er eitt gott parametur fyri, hvussu leikur fer.

Fleyr vann dystin 3-0. Settuni endaðu: 25-17, 25-18 og 25-21. Tann leikliga ferðin var rættuliga lág í dag. Okkara høvdu trupulleikar við at seta ferðina upp, har liðið plagar at verða. Í endanum av 1. setti var endaspurturin kortini góður. Frá 15-14 og upp til 25 -17 løgdu okkara trýst á og fingu leikferðina upp, har hon hoyrir heima.

2. sett byrjaða okkara hálv sovandi. Ov lítil avgerð í avgerandi løtunum - serliga í álopsspælinum. Vit komu afturum 7-9. Rakul fór at serva og hevði 7 góðar servur á rað. So vóru lunnar falgdir fyri hesum settinum, sum vit vunnu 25-18.

3. Sett komu vit afturúr 4-8. So setti Bára alt uppá pláss við 7 stk. servum. Soleiðis skal tað gerast. Her var eisini gott spæl ímillum Rakul og Sóleyð á miðuni. ÍF kom fyri seg aftur við sera góðum og hørðum servum frá teirra nr. 7. Fleyr lág allatíðina 2-4 stig frammanfyri. Til seinast avgjørdi Teresa setti og dystin við tveimum góðum bóltum.

Hjá ÍF gekk stórur partur av álopsspælinum ígjøgnum Helenu, sum leikti ein góðan dyst. Men orkat tyktist at bila í seinasta settinum.

Samanumtikið ein góður sigur og 2 stig á stigatalvuna. Komandi vikuskifti er FK-kappingini á skrátti við nógvum og vónandi góðum flogbólti.





«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.