________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Úrslit frá FK-Cup 2014 hjá teimum vaksnu

So er FK-Cup 2014 liðug á hesum sinni. 22 lið luttóku í kappingini hjá teimum vaksnu í hesum bólkum:

1.       Eikliga kvinnur

2.       Eikliga menn

3.       1. Deild kvinnur

4.       1. Deild menn

5.       2. Deild menn

Kappingin bleiv hildin í Gundadalshøllini og í Høllini á Hálsi.

Heimaliðið gjørdi eitt gott hál og vann 4 av 5 kappingum. Úrslitini vóru hesi:




Eikliga kvinnur bleiv vunnin av Fleyr


Hjá Eikliga kvinnunum luttóku hesi lið: Fleyr, KÍF, Dráttur og Mjølnir. Kappingin um 1. plássið stóð millum Fleyr og KÍF, har Fleyr dróg longra stráið við einum 2-0 sigri.


Eikliga menn bleiv vunnin av Fleyr


Hjá monnunum í Eik-liga luttóku Fleyr, Mjølnir og U19 landsliðið, sum seinni í oktober skal luttaka í kapping í Ikast í Danmark.


Kvinnur 1. deild bleiv vunnin av Fleyr

Fleyr kvinnurnar vunnu eina spennandi finalu ímóti liðnum hjá SÍ.


Menn 1. deild bleiv vunnin av Fleyr

Menninir hjá Fleyr vunnu 3-0 á SÍ


Kvinnur 2. deild bleiv vunnin av Mjølnir

Kappingarneytarnir hjá Mjølnir vóru tvey lið frá KÍF. Dystirnir í bólkinum vóru sera javnir og drúgvir.




Fleyr fer at takka feløgum og leikarum fyri eina góða kapping. Somuleiðis fara vit at takka stuðli okkara Føroya Keypsamtøka fyri eitt gott samstarv.

Næsta kappingin hjá Fleyr er hjá teimum yngru. Tann kappingin verður leygardagin 15. november. Seinasta freist at melda lið til hesa kapping er 4. november.

Við Flogbólstkvøðu        


Flogbóltsfelagið Fleyr

Gundadalshøllin

Postboks 1022

FO-110 Tórshavn