FK-Kappingin 2011 endaði við einum braki

Árliga FK-Kappingin bleiv avgreidd í vikuskiftinum. Uml. 110 lið hittust í 5 hallum, har um 900 leikarar dystaðust.

Takk til feløg og leikarar, sum luttøku og ein serlig tøkk til tykkum mongu í Fleyr, sum tóku eina hond í. Uttan dyggan stuðul, bar ikki til hjá felagnum at hava eitt so stórt tiltak. Ein serlig tøkk í hesum samband til Teresu, Hallu og Rosu, sum hava skipað sjálva kappingina.

Um hugt verður eftir ítróttarliga úrslitinum fyri Fleyr, má hetta sigast at vera ein rekord. Fleyr vann kappingarnar hjá Gentum 12, 14, 16 og kvinnuunglignum. Eitt stórt tillukku til leikararnar fyri avrik tykkara. Í hesum sambandi mugu vit eisini takka teimum mongu venjarunum og hjálparfólki fyri dygdargott arbeiði. Tit eiga ein stóran heiður fyri at felagið kann vísa á hesi úrslit.

Eitt yvirlit yvir samlaða úrslitið og myndir koma seinni.

Vinarligar heilsanir

Nevndin





«2019»Í dag«Des»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.