________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








Fleyr og Kyndil til reiðar til útbygging í Gundadali

 Ætlanin at útbyggja Gundadalshøllina til dupulthøll er nú komin so væl áleiðis, at Tórshavnar kommuna hevur lagt eitt sáttmálauppskot fyri Fleyr, Kyndil og Neistan um, hvussu høllin kann verða avhendað kommununi, so hon kann verða útbygd til dupulthøll.

Sáttmálauppleggið er úrslit av samráðingum millum tey trý feløgini og kommununa í fleiri umførum. Samráðingarnar byrjaðu fyri knøppum tveimum árum síðan, tá Tórshavnar kommuna sjálv vendi sær til feløgini um at fáa eina avtalu í lag.

Í sáttmálaupplegginum verður staðfest, at høllin skal avhendast kommununi, og afturfyri útbyggir kommunan høllina til dupulthøll, ger Kyndli, Neistanum og Fleyr nýggj felagshølir á 80 fermetrar hvør og veitir trygd fyri, at feløgini fáa 9 hallartímar aftrat hvør um vikuna.

Haraftrat fáa feløgini 250.000 kr. í part í sambandi við yvirtøkuna. Upprunaliga bóðu feløgini um 600.000 í part, men kommunan kundi góðtaka 250.000 kr., og hesum eftirlíkaðu feløgini. Staðfest verður eisini, at tey trý feløgini skulu hava heimarætt í dupulthøllini.

Fleyr og Kyndil hava boðað frá, at feløgini taka undir við sáttmálanum, men ein eykaaðalfundur hjá Neistanum tók herfyri ikki undir við øllum upplegginum, og har stendur málið beint nú. Fleyr og Kyndil bíða tí eftir, at Neistin ger sína støðu greiða í málinum.

Bíðað hevur verið í spenningi eftir hesi útbyggingini, tí greitt er, at feløgini í Gundadali hava alt ov fáar hallartímar, og bráðneyðugur tørvur er á fleiri tímum. Vónandi verður tað so, at glið kemur skjótt á málið aftur, so avhendingin og útbyggingin kunnu verða framd sum skjótast.


Verður henda grein kunngjørd limunum til kunningar.




«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.