Fleyr - SÍ dystarfrásagnir

Fleyr - SÍ Eikliga kvinnur:

Tað var heilt fitt av fólki, sum høvdu leita sær niðan í Gundadalshøllina, har Fleyr tók ímóti SÍ bæði hjá kvinnum og monnum.

Angilie legði fyri hjá kvinnunum við góðum servum til 4-0 í 1. settinum. Eftir hetta kom stígur í og settið endaði við einum sigri til SÍ uppá 21-25. Hvat var nú til ráða at taka?

Í øðrum settið var tað SÍ, sum kom betur í gongd, men so settu okkara kvinnur í 5. gear. Við góðum móttøkum, varieraðum spæli og einari Anju í hopla, setti Fleyr SÍ uppá pláss við einum tryggum 25-18 sigri.

3. setti byrjaði gott og komu vit framum 10-6. Síðani fylgdust liðini upp til 18-14. Tá setti Anja og Guðrið (sum í dag leikti ein góðan dyst sum kantur) turbo á í álopsspælinum. Vit vunnu setti 25-18.

Halla byrjaði 4. setti við nøkrum sera góðum og varieraðum servum, og áðrenn vit varnaðust, hevði hon fingið okkum uppá 7-0. Eftir hetta einmansavrik steðgaði spælið upp, og  SÍ otaði seg uppá javnleik 12-12. Hetta luktaði av einum 5. settara nú. Men Fleyr vildi tað ørðvísi! Sonja kom inn á vøllin og breyt góða stiman hjá SÍ við góðum móttøkum og einum reinum blokki! Angilie endaði sum hon byrjaði við nøkrum góðum servum og so stóð 25-13. Triði sigurin av trimum møguligum. Eitt stórt tillukku.  

Fleyr - SÍ Eikliga menn:

Eftir sigurin seinasta vikuskifti ímóti Mjølnir var stórur spenningur um dagsins dyst. SÍ kom betur frá byrjan og løgdu seg á odda 5-11 í 1. setti. Eftir hetta tók Fleyr yvir við sera góðum álopsspæli og blokki. Eftir at verða komnir uppá 17-18, komu fleiri góðar og langar duellir, har SÍ tíverri dróg longra stráið, og vunnu teir settið 20-25.

2. sett var sera javnt, og fylgdust liðini allan vegin upp til 21-20. Suni hevði nakrar góðar servir, áðrenn Bjarki avgjørdi settið við einum vælplaseraðum smashi, og settið endaði 25-22. Dysturin minti um fyrra dystin.

Men so skuldi ikki verða. Í 3. setti komu vit ongantíð rættuliga ígongd, og vann SÍ hetta settið greitt 11-25. Sigast skal eisini, at SÍ leikti sera gott álopsspæl.

4. setti (sum tíverri eisini bleiv tað seinasta í hesum dystinum) bleiv heldur ikki rættuliga spennandi. Vit høvdu eina ringa byrjan (3-6) og komu ongantíð rættuliga uppímóti SÍ aftur. SÍ vann settið 19-25 og harvið dystin 1-3.

SÍ leikti væl í dag. Fyri at basa teirra álopsmaskinu, má blokkurin hjá okkum fáa fleiri bóltar enn í dag. Tá ið hann er komið uppá pláss, verður ikki stuttligt at verða fyri. Blívið bara við. Um 2 vikur verður Fleyrkappingin!!





«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.