________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








 

Fleyr – SÍ 3-2 (16-25, 12-25, 25-21, 25-12, 15-13)

 

Eftir vónbrotið frá dystinum ímóti Drátti leygardagin, har Fleyr tapti 1-3, skuldi Fleyr rættiliga lyfta seg upp frá aftur ímóti einum SÍ-liði, ið hevur staðið seg sera væl seinastu nógvu dystirnar í bæði lands- og steypakappingini. 

Fleyr-liðið var nakað skert til dystin í dag, serliga tí at hevarin Eva Nagata var ikki við. Uppgávan fór tí ongantíð at verða løtt, og SÍ hevði sanniliga sett sær fyri, at Fleyr ongantíð skuldi koma inn í dystin. 

Sí sat á øllum tvey tey fyrstu settini

Í fyrsta setti gekk spælið rættiliga javnt á, men miðskeiðis í settinum dró SÍ nøkur stig frá, og eftir hetta hevði Fleyr ikki styrkina at koma afturíaftur. Hvørki mentalt ella í sjálvum spælinum. Við ógvuliga væl skipaðum spæli og avgjørdum álopum frá SÍ lá trýstið alla tíðina á Fleyr. 

 

Í øðrum setti byrjaði Fleyr væl, og venjarin hjá SÍ, nýsetti landsliðsvenjarin Jóhan Petur á Stongum var noyddur at taka time-out, tá ið støðan var 8-3 til Fleyr. Hetta gjørdi sanniliga mun, tí nú tók SÍ yvir, og næsta time-outið var til Fleyr, tá ið SÍ hevði vunnið seg framum 13-10. Eftir hetta blásti SÍ Fleyr av vøllinum. Har riggaði bara alt. Helga Guttesen og Sissal Ellefsdóttir vóru ógvuliga avgjørdar fyri SÍ hesa løtuna, og í verjuspælinum fekk SÍ fatur í øllum, sum Fleyr royndi at koma við.  

Sterkt 3. sett – dysturin vendir

Higartil hevði dysturin verið ov ójavnur til av røttum at siga, at hann var spennandi. SÍ var snøgt sagt alt ov sterkt til Fleyr, men 3. sett broytti hetta, tí nú var púra javnt. Fleyr gjørd sum í 2. setti og kom rættiliga langt framum, men stillisliga og róliga vann SÍ leiðsluna inn aftur og kom enntá framum 18-17. Í hinum báðum settunum var tað júst her, at SÍ vísti styrki, men hesaferð helt Fleyr fast og vann seg framum 22-18. Tað var nú ella ongantíð hjá Fleyr. SÍ vann seg upp a 22-20 við kanónservum frá Helgu Guttesen, men Fleyr svaraði aftur til 24-20, SÍ til 24-21, men seinasta smashið frá Annu Sáru Skaalum í Fleyr var ikki til at taka hjá SÍ, og Fleyr var nú inni aftur í dystinum. Eitt sera gott sett við høgum støði frá báðum liðum, og nú var opið aftur. 

Fleyr knúsar SÍ

4. settið átti Fleyr burturav líka til allar seinast. Hesar støðurnar siga í grundini alt: 9-0, 17-5, 24-7. Uppskriftin hjá Fleyr var høgt servutrýst, har SÍ hevði trupulleikar at fáa nóg góðar móttøkur til annars flótandi álopsspælið, ið liðið hevði víst tvey tey fyrstu settini. Harumframt var blokkurin hjá Fleyr nú rættiliga farin at virka, har serliga Súsanna Ludvig vann nógv. Hevingarnar lógu betur og betur, og av tí sama vann Fleyr eisini fleiri álop enn tær høvdu gjørt fyrr í dystinum. Tað einasta, ið kundi órógva Fleyr eitt sindur í hesum settinum, og eisini geva SÍ eina lítla vón aftur, var sjálvur endin á settinum, tí her vann SÍ 5 stig á rað, áðrenn Fleyr endiliga vann settið 25-12.

 

Fantastiska spennandi 5. sett

5. settið var púra javnt, og ongantíð var munurin meira enn 2 stig. Fleyr var tó frammanfyri at byrja við, og SÍ vann seg upp á javnt so hvørt. Fleyr var frammanfyri 9-7 eftir nakað av kjakan frá báðum liðum um onkra døming, har SÍ misti stið, men tær komu tó upp aftur á 9-9 og Fleyr tók time-out. SÍ kom framum fyri fyrstu ferð í settinum fyrst 11-10 og  so 12-10. Fleyr tók time-out. Tað gjørdi mun, og SÍ noyddist út í time-out við støðuna 13-12 og aftur 13-13. Magnhild Jacobsen í Fleyr legði trýst á við servuni, so SÍ bara fekk avmarkað álop. Hevingin hjá Fleyr fór út á kantin til Annu Sáru Skaalum, sum smekkaði bóltin í gólvið til støðuna 14-13, og tá ið blokkurin hjá Fleyr stóð, sum hann skuldi síðsta bóltin, var sigurin komin til høldar, og um tær í Fleyr so høvdu vunnið heimsmeistaraskapin, høvdu tær ikki verið glaðari. 

 

Eingin hevði uppiborið at tapa!

Tað er onkuntíð spell, at flogbóltsdystir ikki kunnu enda við javnleiki, tí henda dystin hevði hvørki SÍ ella Fleyr uppiborið at tapa. Tíbetur fær tapandi liðið í einum 2-3 ósigri eitt stig við sær, og tað hevur SÍ so hjartaliga uppiborið, tí bæði liðini høvdu givið áskoðarunum nógv fyri pengarnar, men ein vinnari skal finnast, og hesaferð var tað Fleyr. Tað kundi líka so væl verið SÍ.

 

Bæði liðini hava stórt rós uppiborið fyri sera gott avrik. Og tað bendir alt á, at júst SÍ og Fleyr verða liðini, sum koma at kappast um seinna FM-finaluplássið. Hitt plássið sær Dráttur beint nú út til at hava ognað sær, men í flogbólti vendir alt skjótt. 

 

SÍ og Fleyr hittast annars í steypafinaluni 20. februar, og tað boðar frá góðum.





«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.