So hava tær fyrstu FM finalurnar verið. Leygarkvøldið leiktu Fleyr menninir ímóti ÍF, og sunnudagin var tað so kvinnurnar, sum áttu tørn í Klaksvík ímóti Mjølnir.



Mansfinalan : ÍF - Fleyr 3 - 0 (25-21, 25-10, 25-23)

Vit byrjaðu dystin væl, og komu eisini beinavegin framm um 3-0, har Romica við góðum servutrýsti fær lagt trýst á mótstøðuliðið. ÍF svarar tó aftur, kemur á 3-3, og herfrá berjast liðini um at vinna stig. Hetta byrjar at líkjast einum tøttum spennandi dysti, ímillum tvey lið, sum ikki vilja geva seg. Men tá tað stendur 20-20, virkar tað, sum um at menninir hjá ÍF standa í kø fyri at sleppa vinna stigini, og okkara tora ikki heilt at vera við. ÍF vinnur 1. sett 25 - 21.

Eftir hetta kemur eitt sett, sum helst skal aftur í gloymibókina skjótast gjørligt. Tað er eingin magisk frágreiðing, sum kann fortelja okkum hvat tað er, sum hendir fyrst helvt av 2. setti. Vit vera beint sagt sorlaðir sundur, og fáa bara ikki fótin fyri okkum. Tað skal ganga heilt upp til 12-0 áðrenn vit fáa fyrsta stig til høldar, og stemningurin er tíðiliga niðurbrotin. Romica ger nakrar "smartar" útskiftingar, og vit koma eitt sindur betur fyri okkum. Setti endar við at vit fáa skava 10 stig saman, og fáa gjørt okkum klárar til 3. sett. 

Lat meg bara siga tað beint út. Eg var ongantíð í iva, um at vit fóru at vinna 3. sett. Vit vóru sum hamskiftir hetta settið. Suni spældi sum ein dreymur, har hann endiliga fekk blokkin at koyra. Nakað sum vit hava saknað eitt sindur í ár. Tað sá gott út leingi, og vit vóru frammanfyri so at siga alt settið. Spælið var stabilt og á bonkinum var man líkasum byrjaður at fyrireika seg til eitt 4. sett. 23-20 til Fleyr, og enn einaferð virkaði tað sum um at menn ikki reiðiliga tordu at vinna, meðan ÍF bara gjørdust svangari og svangari. ÍF vann hetta settið 25-23 og harvið dystin 3 - 0.

Tíverri mugu vit siga, at vit ikki sluppu at síggja Fleyr liðið spæla á hægsta geari í dag. Og nakrir lyklaspælarar, mugu hækka sítt støði til næsta dyst. Tá ið vit spæla við skili og tora, so eru vit einki aftanfyri ÍF liðið. Dagsins leikari kann bara verða Suni Juul Pedersen, men Rói og Jens Heri spældu eisini væl.


Kvinnufinalan : Mjølnir - Fleyr 3 - 1 (25-18, 25-14, 21-25, 25-19) 

Hetta var ein dystur, har vit ikki ordiliga vistu hvat vit kundu væntað okkum. Fyri tað fyrsta hevur Badmintonhøllin í Klaksvik, mangan verið okkum ein plága at spæla í. Og fyri tað næsta hava Fleyr kvinnurnar ikki spælt upp til sítt besta teir síðstu dystirnar. 

Tvey tey fyrstu settini í dag vóru ikki nakað serligt at skriva heim um. Okkara kvinnur vístu tó til tíðir at tær saktans kunnu spæla góðan flogbólt. Vit taptu uppá móttøkur og tá hevarnir skulu renna upp og niður eftir bóltunum er ikki lætt. Mjølnir vann lættliga tey bæði settini 25-18 og 25-14.

Í 3. setti skuldi tað so vera. Inn kom Tóra at heva, og hon spældi, sum ein brandur. Hon virkaði til at hava nógv yvirskot og fekk Fleyr liðið alvorliga inn aftur í dystin. Anja og Birita spældu eisini sera væl hetta settið. Fleyr vinnur 25-21.

4. sett byrjar ikki so væl, vit hava nakrar vánaligar servmóttøkur, og Mjølnir kemur nøkur stig framm um. Bonkurin reagerar við at gera eina hevara útskifting. Um hetta var fyri at geva Tóru eina líla pausu, veit eg ikki, men tað riggaði so als ikki, og Mjølnir fór bara longur frá Fleyr. Seinni kemur Tóra innaftur, og vit hála okkum innaftur í dystin, sjálvt um vit ikki fingu tær aftur. 4 . settt 25-19 til Mjølnir. 

Eftir dystin í dag, sat eg eftir við blandaðum kenslum. Eg helt at tað var ein positivur innsatsur frá gentunum í dag, har ið vit sóu at ein góðan dag er alt møguligt. Vit mugu tó fáa skil uppá móttøkurnar hjá okkum, sum hava verið okkara veika punkt alt árið. Dagsins leikarar vóru Tóra, sum spældi sera væl, og ikki smæddist burtur. Anja, sum altíð er ein støðug hóttan í álopinum, og Birita, sum hamraði fleiri bóltar á miðjuni í dag.



Sjálvandi kunnu vit verða skuffaði av tveimum tapum hetta vikuskiftið, men eg haldi absolutt at okkurt positivt kemur burturúr hesum, og vit kunnu gleða okkum til tveir spennandi dystir 5. apríl og vónandi eisini 6. apríl. Ongin ivi um at tað verða tvey sera uppsett Fleyr lið, sum fara at traðka á vøllin í Høllini á Hálsi.

Vit vilja gjarna takka áskoðarunum fyri at tey komu tað longu leið norð til ávíkavist Kambsdal og Klaksvík, at stuðla okkara liðum. Vónandi verða vit enn fleiri á Hálsi næsta vikuskiftið.

KOYR Á FLEYR!!!






«2021»Í dag«Jan»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.