Gentur 14 vunnu ímóti ÍF - enn einaferð
Fleyr a møtti í dag enn einaferð ÍF í Fuglafirði. Okkara vunnu greitt 3-0. Dysturin var eyðmerktur við at okkara gentur høvdu góðar servur. 1. sett byrjaði eisini við at Eva legði fyri við 7 góðum servum. Sóleyð helt fram, og áðrenn vit vistu av, var støðan 13-3! Settið endaði við 25-8.
Í 2. setti vóru okkara ikki heilt klárar og komu afturum 2-5. Síðani syrgdi Gunnbritt fyri at Fleyr kom afturíaftur við 7 góðum servum, til støðun 12-6. Magnhild endaði settið við 2 sera góðum smashum. So var settið liðugt - 25-22.
Í seinasta settinum sóu vit ein góðan blokk frá Súsannu L. Soleiðis skal tað avgreiðast! Eva, Katharina og Elisabeth løgdu síðani lunnar - við góðum servum - fyri einum tryggum 25-7 sigri í seinast settinum.
Tveir dystir tveir sigrar. Vit gleða okkum til næsta dystin.