Góður dagur í Eik-liguni

Gundadalshøllin var í dag karmur um tveir dystir í Eik-liguni. Hjá kvinnunum tóku vit ímóti Drátti og menninir tóku ímóti Mjølnir.

Fleyr - Dráttur (kvinnur):

Kvinnurnar vunnu ein greiðan 3-0 sigur á Drátti. Okkara komu ongantíð undir trýst og vóru greitt omaná. Liðið legði trýst á Drátt við góðum og hørðum servum. Har sóust góðar taktir við skiftandi spæli. Allir leikararnir fingu høvi at vísa sítt dugnasemi. Ungi nýggi leikarin hjá Fleyr Bára vísti gott spæl í álopsspælinum við fleiri góðum smashum.

Dráttur hevur mist fleiri av leikarunum frá seinasta ár. Hetta sást aftur í spælinum. Dráttur vísti kortini til tíðir góðar taktir í móttøkunum, meðan álopsspælið ikki vísti somu styrkina. Stutt er fráliðið í kappingini, so nógv kann henda komandi vikurnar. Samanumtikið ein uppiborin sigur til kvinnur okkara. Settini endaðu 25-8, 25-9 og 25-11.

Fleyr - Mjølnir (menn):

Dysturin var millum gomlu "risarnar" í føroyskum mansflogbólti. Mangan hevur leikt javnt á millum liðini bæði, sjálvt um Mjølnir seinnu árini má sigast at hava havt munin.

Dysturin var spennandi og øll settini vóru sera jøvn. Fyrsta sett var eitt sindur trilvandi, har liðini skuldu finna stevið. Tað sást týðuligt, at okkara lið vildi vinna henda dystin. Leikararnir stríddust fyri hvør øðrum og leiktu sum eitt lið. Tá ið avtornaði var Fleyr omaná og vann 3-1 við settunum 25-22, 25-21, 21-25 og 25-21.

Í 3. setti fingu Mjølnir blokkin uppá pláss, og komu okkara ikki veruliga ígond hetta settið. Men í  4. setti settu teir eitt punktum og vunnu aftur á Mjølnir eftir at hava tapt í 12 landskappingardystum á rað. Tann óndi sirkulin er brotin... Dagsins detalja: Suni høvdaði bóltin í gólvið hjá Mjølnir! So her eru nógvir streingir at spæla uppá. Samanumtikið hevði Fleyr ein breiðari trupp enn Mjølnir. Um onkur leikara skal verða tikin framum, mugu vit nevna sera góðu servurnar hjá Bjarka Enni, sum mangan góðu Mjølnir leikarunum trupulleikar í móttøkunum.

Samanumtikið ein góður dagur fyri okkum Fleyrarar. Vit gleða okkum til næstu sigrarnar.





«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.