________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








 

Til flogbóltsfeløgini




FK Cup fyri yngri deildir verður leygardagin 15. nov. 2014.
G/D12 - G/D14 - G/D16 – KVU/MU

Yngri lið

Tilmeldingarfreistir  til FK-Cup kappingarnar eru:

·         Til tey vaksnu innan 24. september 2014 og

·         Til tey yngru innan 4. november 2014


Tilmelding skal sendast til teldupost: christina.nolsoe@skulin.fo. Heitt verður á feløgini um at senda eina samlaða tilmelding fyri øll liðini í felagnum samstundis. Hetta vil hjálpa okkum almikið J

 

Eru spurningar eru tit vælkomin at ringja til Jan Jakobsen telefon 23 11 10 ella á telduposti jan.jakobsen@liv.fo .


Luttøkutreytir:  

Luttøkugjald:
EIK liga: kr. 500,00
1. og 2. deild: kr. 350,00
Yngri deildir: kr. 200,00

Gjaldast skal á kontu í BankNordik 6460 – 179.646.3

Er luttøkugjald ikki móttikið innan ásettu tilmeldingarfreistina (sama freist sum tilmeldingarfreistin), kann nevnda lið/felag roknast sum ikki tilmeldað.

Eldri deildir: Luttakandi lið hava skyldu at hava dómarar til dystirnar í bólkunum. Harafturat verður heitt á leikararnar um at hjálpa til við at døma finalu umfør.
 
Tit frætta nærri, tá kappingin er løgd. Vit miðað eftir at skráin fyri kappingina er klár mánadagin áðrenn kappingarnar byrja. Hetta krevur at tíðarfreistirnar fyri tilmelding verða hildnar av feløgunum
J

Broytingar verða ikki gjørdar aftaná, at tilmeldingarfreistin er úti. Vit gleða okkum at bjóða tykkum vælkomnum til FK-Cup 2014. Í 2013 luttóku íalt umleið 140 lið.


Við flogbóltskvøðu
Flogbóltsfelagið Fleyr





«2017»Í dag«Okt»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.