________________

________________
Image and video hosting by TinyPic
________________
 








MM Fleyr fekk ein góðan start.

Tað var langtsíðani seinast, at Fleyr hevur vunnið í Fuglafirði í bestu deildini hjá monnum. Onkur vildi verða við, at tað vóru eini 5-6 ár síðani. Í gjár, sunnudagin 11.10.2015, eydnaðist tað tó liðnum úr Havn at vinna. 3-0 í settum, og við settúrslitunum 12-25, 23-25 og 23-25.

Undan dystinum vóru ÍF nakað skerdir, við at leikandi venjarin Boban Ilic var uttanlands í lestrarørindum. Fleyr var heldur ikki fullmannað. Rasmus Mortensen Potts var við á ferðini, men sat uttanfyri við skaða. Hárið sat tó perfekt á Kambsdali hendan dagin hjá Rasmussi, skal sigast. Tað gjørdi tað ikki hjá restini á liðnum, og tí eru tíverri ongar myndir frá dystinum.

Fuglfirðingar spældu í reyðum og Fleyr í bláum. ÍF legði út við at serva, og Fleyr stillaði upp við H2. Fróði og Rói byrjaðu á kantunum, Johan Arni og Niels Pauli á miðjuni, Bergur sum hevari, Uni á diagonal og Hjalmar sum libero. Fleyr kom illa frá byrjan í fyrsta setti. Aftur um 0-4 áðrenn fyrsta stigið kom til høldar, uttan at ÍF hevði nakað at bjóða í álopspartinum, men so byrjaði at ganga frægari. Fleyr kom upp á javnt, og liðini fylgdust síðani nøkur stig fram, áðrenn Fleyr liðið setti ferð á og fór undan fuglfirðingum. Álopspælið byrjaði at ganga frægari, og nógvar góðar servur frá serliga Róa og Fróða munaðu væl. Hjá ÍF riggaði minni væl, og tá móttøkurnar ikki komu nóg væl upp, høgdu fuglfirðingar torført við at koma við nøkrum aftursvari. Settið varð vunnið trygt 12-25.

Í 2. setti gjørdi Fleyr eina lítla broyting í uppstillinigini, við at Bogi kom inn á miðjuna. Stillað varð upp við H1. Fleyr tóktust at hava eina hampuliga leiðslu gjøgnum alt setti og álopsspælið út á kantarnar var eisini gott, men miðjan fekst ikki nóg væl við. Fleyr megnaði heldur ikki sama góða servutrýstið og ÍF tók eisini væl betri ímóti.Dómarnir, sum annars komu væl frá sínari uppgávu, dømdu fleiri tekniskar feilir, og spælarnir høvdu eitt sindur ilt við at finna linjuna. Hetta órógvaði nakað. Nakað inn í setti gjørdi venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen, eina dupultinnskifting nakrar bóltar, við at seta Niels og Bjarna inn fyri Berg og Una. Hetta órógvaði ikki spælið stórvegis. Móti endanum gjørdist heilt tætt aftur, og ÍF vann seg upp á 23-24. Seinasta álopið átti tó Fleyr, sum avgjørdi setti við einum góðum smasji, áðrenn tað gjørdist óneyðuga spennandi.

3. sett valdi Kristian at gera nógvar útskiftingar. Hetta settið byrjaðu Jens Heri og Magnar á kantinum, Niels hevaði, Niels Pauli og Bogi á Miðgerði spældu á miðjuni, Bjarni Petersen var á diogonal og Hjalmar var libero. Úr triðja setti, er nógv positivt at taka heim við sær. Hóast nógvar broytingar, var spælið skilagott, og tær ferðirnar mótgongdin var, hálaði mann seg upp aftur. ÍF hevði leiðsluna tað mesta av settinum, men Fleyr hekk allatíðina við. Móti endanum gjørdist aftur javnt og Fleyr vann seg fram um. Kanska fyri fyrstu ferð í settinum. Tað var debutanturin í meistaradeildini hjá Fleyr, Bjarni Petersen, sum avgjørdi seinasta bóltin. Við støðuni 23-24 til teir bláu, átti liðið úr høvuðsstaðnum servuna og ÍF fyrsta álopið. Bólturin varð hevaður út til kanska besta álopsspælarin í deildini, Bárður Jacobsen, men har timaði og setti Bjarni blokkin perfekt, og so endaði bólturin í gólvinum hinumegin, og dysturin var hervið avgjørdur.

Samanumtikið ein góður dagur á Kambsdali. Á heimferðini vildu ungu mennirnir sleppa at hoyra alt hetta nýggja, men Jens Heri spældi Sputnik og Alan Jackson allan vegin suður aftur til Havnar. Komandi sunnudag er næsta royndin á skránni, tá nýggja liðið í deildini, Ternan, kemur á vitjan í Gundadalshøllini.

Koyr á Fleyr!

 





«2017»Í dag«Des»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.