Í gjár var síðsti dysturin millum Fleyr og ÍF áðrenn sjálva FM finaluna millum somu lið. Okkara leikara skuldu koma ígongd aftur eftir 3-2 ósigurin á Mjølni. ÍF liðið var eitt sindur skert til dystin. Hevarin, Bartal Eliasen, var ikki við.
Dysturin byrjaði væl fyri Fleyr. Við góðum aggresivum spælið fóra okkara flúgvandi uppá 10-4. Ferðin í Fleyr spælinum minkaði og ÍF kom innaftur í dystin. Teir løgdu seg fyri fyrstu fer á odda við støðuni 23-22. Ein sera væl spælandi Rasmus Potts fekk tó vent tí heila aftur og Fleyr vann settið 25-23.
Í 2.setti løgdu okkara leikarar líka hart út sum í undanfarna setti. ÍF spælið, serliga blokkurin, fór tó at koyra betur, Teir hálaðu seg inn á okkara, men leiðslan helt og aftur endaði tað 25-23 til Fleyr.
3.sett var javnt tann fyrsta partin, men so fór ÍF eitt sindur frá. Okkara leikarar kempaðu væl og vóru meira avgjørdir í álopinum enn teir hava verið leingi. Við hesum megnaðu teir at venda 19-22 til 25-23 og 3-0 til Fleyr.
Ein sera góður sigur hjá Fleyr. Sjálvt um IF manglaði ein týðandi leikara, so má hetta geva okkara leikarum trúnna uppá at gullið endar í Havn.
Rasmus Potts spældi sera væl í álopspartinum, meðan Rói Hentze enn einaferð vísti, at hann er besti móttøkuleikari í landinum. Rasmus gjørdist topsskorari við 14 stigum, Fróði og Rói fingu 10 stig.
Síðsti dystur áðrenn FM finalurnar verður leygardagin í Sørvági.
Koyr á Fleyr!!!