So er tað FK-kapping fyri eldru liðini
So er árliga FK-kappingin aftur. Í morgin (leygardagin 29. oktober) verður kappingin fyri eldru liðini. Kappingin verður hildin í Gundadalshøllini og í nýggja skúlanum á Hamrinum á Argjum.
Kappingin byrjar kl. 08:30. Íalt 35 lið hava boða frá luttøku í eldru deildunum. Vit bjóða øllum vælkomnum til FK-kappingina 2011.
Sunnudagin verður finalan hjá Meistaradeildini hjá monnum og kvinnum. Finalan verður spæld í Gundadalshøllini kl. 14:00 (menninir) og 16:00 leika kvinnurnar. Vinnandi liðið hevur annað beinið í Steypafinaluni. Kappingarskipanin er at síggja í heilum líki á www.fbf.fo.
Vinarligar heilsanir
FLEYR