Tveir dystir í Eik-liga hetta vikuskifti

Bæði kvinnurnar og minninir hjá Fleyr leiktu í Gundadalshøllini í dag. Klokkan 14 leiktu kvinnurnar ímóti Ternuni. Fleyr vann ein greiðan 3-0 siður. Sjálvt um ferðin á spælinum hjá Ternuni var lágt, megnaðu okkara at halda einum støðugum trýstið, har góður flogbóltur kom til sjóndar. Dysturin vísti at kappingin hjá kvinnum higartil er í tveimum pørtum: Mjølnir, Fleyr, SÍ og so hini liðini. Komandi vikuskifti skullu okkara hitta Mjølnir í Gundadalshøllini.

Menninir hittu SÍ kl. 16:00. SÍ hevur leikt sera sannførandi higartil í ár og hevur eisini vunnið seg í steypafinaluna. Spælið hjá okkum hevur verið eitt sindur skiftandi. Í dag komu vit afturum við tveimum settum, og tyktist dysturin at vera avgreiddur. Men okkara vildu tað kortini ørðvísi. Við góðum blokkspæli komu vit væl innanfyri í dystin. Vit vunnu tvey tey næstu settuni og so stóð 2-2, og eitt fimta sett mátti til. Hetta fór enn einaferð skeiva vegin. Fimta sett hevur ikki verið okkara koppur av the hetta kappingarárið, men einaferð fer at venda. Dysturin endaði sostatt 2-3 til SÍ. Men góðar taktir. Næstu dystirnir fara vónandi at vísa stong inn ístaðin fyri stong út.

Koyrið á bæði kvinnur og menn.

Í vikuskiftinum var eisini Mjølnirkapping í Klaksvík fyri yngru liðini. Ei sera væl fyriskipa kapping. Takk fái Mjølnir fyri tað. Tað eydnaðist Gentur 14 at vinna sær gull, meðan tað var um reppið at Gentur 12 eisini vunnu seg í finalu umfarið. Seinni í mánaðinum verður Mjølnirkappingin fyri Gentur/Drongir 16 og kids.





«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Til kalendaran omanfyri skal viðmerkjast, at tað er skráin, sum liggur hjá FBF, sum er galdandi. Tað kunnu koma broytingar, og tað kann henda, at vit ikki fáa dagført alt beinanvegin alla tíðina.